Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
51. fundur |
Hósdagur 31. januar 2002 |
kl. 13.30 |
Ár 2002, hósdagin 31. januar, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.
Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Dan R. Petersen, Flemming Mikkelsen, Lisbeth L.
Petersen, og landsstýrismenninir Óli Holm og Eyðun Elttør vóru ikki á fundi.
Formaðurin las skriv frá Helenu Dam á Neystabø, løgtingsmanni, dagfest 31. januar
2002, har boðað verður frá, at hon ikki longur er partur av parlamentariska
grundarlagnum undir samgonguni.
Til viðgerðar:
- Ófráboðaðir
fyrispurningar.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.27/2001:
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v.m.
(rentutryggingarlógin)
Broytingaruppskot frá fíggjarnevndini til § 1 samtykt 26-0-0 Uppskotið
soleiðis broytt samtykt 26-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 38/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(skattalógin)
Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Lisbeth L. Petersen, Flemming
Mikkelsen og Vilhelm Johannesen til § 1 fall 10-0-17. §§ 1 og 2
samtyktar 27-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 49/2001:
Uppskot
til løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini.
Málið beint í vinnunevndina.
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið
hevur lagt fram tingmál nr.
48/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald,
og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
44/2001: Uppskot til løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi
Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2001:
Uppskot til løgtingslóg um adressur.
Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr.100-46/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
bakkaverjuni í Sumba,
nr. 100-47/2001
til Óla Holm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi
Fróðskaparsetri Føroya og
nr. 100-48/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
hoyrilíkindum hjá bátum í føroyskum sjógvi.
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 5. februar 2002 kl. 13.30 við hesi
dagsskrá:
- Óli Holm, landsstýrismaður, leggur fram løgtingsmál nr. 101-6/2001: Frágreiðing
sambært grein 51, stk. 4 í tingskipanini um frágreiðingina um frískúlar.
Aðalorðaskifti verður týsdagin 12. februar 2002.
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-46/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
bakkaverjuni í Sumba.
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-47/2001
til Óla Holm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi
Fróðskaparsetri Føroya.
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr.
100-48/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen,
løgtingsmanni, viðvíkjandi hoyrilíkindunum hjá bátum í føroyskum sjóøki.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 27/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v.m.
(Rentutryggingarlógin).
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 38/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin).
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
44/2001: Uppskot til løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2001:
Uppskot til løgtingslóg um adressur.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-42/2001
frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, til Bjarna Djurholm, landsstýrismann,
viðvíkjandi ferðasambandinum Gamlarætt Hest.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-25/2001
frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, til ríkisumboðsmannin viðvíkjandi rentum til
Danmarkar
- Framløga.
Fundur lokin kl. 17.40
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skrivari