Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
50. fundur |
Týsdagur 29. januar 2002 |
kl. 10.00 |
Ár 2002, týsdagin 29. januar, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.
Løgtingsmenninir Rúna Sivertsen, Jógvan við Keldu, Dan R. Petersen, Henrik Old,
Flemming Mikkelsen, Edmund Joensen, Lisbeth L. Petersen og Signar á Brúnni og
landsstýrismenninir Óli Holm, Sámal Petur í Grund og Eyðun Elttør vóru ikki á
fundi.
Til viðgerðar:
- Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-5/2001:
Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4 í tingskipanini frá Anfinni Kallsberg,
løgmanni, um frágreiðingina um at einskilja fyritøkur landsins.
Fundur niðurlagdur kl. 11.55
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
Málið avgreitt.
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 27/2001:
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v.m.
(rentutryggingarlógin) og nr. 38/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyuting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(skattalógin), og at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt
fram tingmál nr.
49/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini og nr. 50/2001:
Uppskot til løgtingslóg um adressur.
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 31. januar 2002 kl. 13.30 við hesi
dagsskrá:
Ófráboðaðir fyrispurningar.
2. viðgerð av tingmáli nr.27/2001:
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v.m.
(rentutryggingarlógin)
2. viðgerð av tingmáli nr.
38/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og
kommunuskatt (skattalógin)
1. viðgerð av tingmáli nr.
49/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini.
1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2001:
Uppskot til løgtingslóg um adressur
Framløga.
Fundur lokin kl. 16.40
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skrivari