Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

44. fundur

Hósdagur 20. desember 2001

kl. 10.00

 

Ár 2001, hósdagin 20. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 19/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 21/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsvegir.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 39/2001: Uppskot til løgtingslóg um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, fall 13-1-16. Uppskotið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 41/2001: Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-3-2.
    Málið avgreitt.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2001: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri november 2001.
  7. Fundur niðurlagdur kl. 12.10.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30


    Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til §§ 5 og 7 samtykt 29-0-0. § 3, 3.11.1.18. Bygningur til almennar stovnar í Klaksvík samtykt 14-3-12. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 20/2001: Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málsøkið trygd á sjónum.
    §§ 1 og 2 samtyktar 23-0-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 28/2001: Uppskot til løgtingslóg um trygd á sjónum.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Heina O. Heinesen, Inga Olsen, Henrik Old, Jógvan á Lakjuni og Kára P. Højgaard, til § 15 samtykt 23-6-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 23-6-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti.
    Broytingaruppskot frá Heina O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Inga Olsen, Henrik Old, Dan R. Petersen og Kára P. Højgaard til §§ 1 og 15 samtykt 28-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 24-0-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 40/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um toll.
    §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
    §§ 1 og 2 fullu 13-0-17. Uppskotið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 33/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.
    §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  14. 2. viðgerð av tingmáli nr. 34/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  15. 2. viðgerð av tingmáli nr. 35/2001: Uppskot til løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin).
    Broytingaruppskot frá Finnboga Arge, Vilhelm Johannesen, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen, Flemming Mikkelsen Eilif Samuelsen og Kára P. Højgaard til § 13 samtykt 30-0-0. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til §§ 9, 10, 14, 15, 16 og 17 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  16. 2. viðgerð av tingmáli nr. 25/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m. (avskrivingarlógin).
    §§ 1 og 2 samtyktar 21-2-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  17. 2. viðgerð av tingmáli nr. 26/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Vilhelm Johannesen, til § 1 fall 8-4-16. §§ 1 og 2 samtyktar 22-1-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  18. 2. viðgerð av tingmáli nr. 36/2001: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Flemming Mikkelsen, Eilif Samuelsen og Vilhelm Johannesen, til § 1 fall 14-2-14.
    §§ 1 og 2 fullu 13-1-16. Uppskotið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  19. Svar upp á fyrispurning nr. 100-31/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi koyring hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni.
    Formaðurin boðaði frá, at spyrjarin hevur tikið fyrispurningin aftur.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 20. desember 2001 kl. 15.40 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2001: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri november 2001.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 20/2001: Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málsøkið trygd á sjónum.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 25/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m. (avskrivingarlógin)
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 26/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 28/2001: Uppskot til løgtingslóg um trygd á sjónum.
  6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 29/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti.
  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 33/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.
  8. 3. viðgerð av tingmáli nr. 34/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
  9. 3. viðgerð av tingmáli nr. 35/2001: Uppskot til løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin).
  10. 3. viðgerð av tingmáli nr. 40/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um toll.
  11. Framløga.

Fundur lokin kl. 15.15. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein