Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
41. fundur |
Fríggjadagur 14. desember 2001 |
kl. 10.00 |
Ár 2001, fríggjadagin 14. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur í
útvarpshøllini.
Landsstýrismenninir Óli Holm, Karsten Hansen og Sámal Petur í Grund, og
ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2001:
Eykafíggjarlóg fyri 2001.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
Málið avgreitt.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 37/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisgjald á
smyrjiolju.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
Málið avgreitt.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 18/2001: Uppskot
til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
Málið avgreitt.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 31/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.17/2001:
Uppskot til løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju.
§§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um toll.
Málið beint í fíggjarnevndina.
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt álit fram í tingmálunum nr.
41/2001: Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av broyting í løgtingslóg um
samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m., og nr.
42/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og
eftirløn landsstýrismanna v.m.
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 18. desember 2001 kl. 10.00, við
hesi dagsskrá:
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2001:
Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2002.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 17/2001:
Uppskot til løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 19/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 21/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsvegir.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 39/2001:
Uppskot til løgtingslóg um stovnan av partafelagi at gera fast samband um
Leirvíksfjørð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn
landsstýrismanna v.m.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2001:
Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av broyting í løgtingslóg um samsýning og
eftirløn landsstýrismanna v.m.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
43/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning
av almannaveitingum.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-30/2001
til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk,
løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðarviðurskiftunum/-trupulleikunum.
- Svar upp á fyrispurning nr.
100-31/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni,
viðvíkjandi koyring hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-40/2001 til
Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í almannamálum, frá Finni Helmsdal,
løgtingsmanni, viðvíkjandi serligari lóggávu um brek og brekað.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 11.40.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari