Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
40. fundur |
Hósdagur 13. desember 2001 |
kl. 13.30 |
Ár 2001, hósdagin 13. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur í
útvarpshøllini.
Marjus Dam, løgtingsmaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2001:
Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2002.
Broytingaruppskot frá samdari nevnd til § 1 samtykt 30-0-0.
Broytingaruppskot frá Helenu Dam á Neystabø til § 8, 8.21.6. Eldri og brekað fall 14-0-16.
Broytingaruppskot frá Helenu Dam á Neystabø til § 8, 8.21.8. Sosialar pensjónir fall 14-0-16.
Broytingaruppskot frá Jenis av Rana til §§ 2, 6 og 8 fall 13-1-16.
Broytingaruppskot frá minnilutanum, Flemming Mikkelsen og Eilif Samuelsen, til § 20 fall 13-0-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 2, 2.13.3. Menningarhjálp
fall 13-1-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 6, 6.38.1.07. Nýggir
landsvegir fall 13-0-18.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 6, 6.38.17. Asfaltering við
ferjulegur fall 13-0-18.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 7, 7.23.2.01. Fólkaskúlin
fall 13-1-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 7, 7.23.2.02.
Sernámsdepilin fall
14-0-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 7, 7.23.3.08. Fiskivinnu- og
havbúnaðargranskingarmiðstøð fall 13-1-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 7, 7.24.2.07. Leikpallur
Føroya fall 13-1-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.20.3.04.
Landssjúkrahúsið, § 8, 8.20.3.06 Medicoteknisk tól, § 8, 8.20.3.10. Klaksvíkar
sjúkrahús, og § 8, 8.20.3.15. Suðuroyar sjúkrahús fall 13-1-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.20.3.20. Serviðgerð
uttanlands fall 13-1-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.21.1.22. Stuðul til
feløg fall 13-1-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.21.6.02. Bústovnur,
serforsorg fall 14-0-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.21.6.04 Eldrarøkt fall
13-1-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.21.6.07.
Bjálvingarstuðul, hús hjá pensjónistum fall 13-1-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.21.6.16. Eldrasambýli
fall 13-1-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.21.8.01. Fólkapensjón
fall 14-0-17.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 10, 10.11.1.01.
Sjálvstýrisfyrisitingin fall 12-1-18.
Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 20, 20.54.1.01.
Heildarveiting o.t. fall
8-0-23.
Broytingaruppskot frá meirilutanum, Finnboga Arge, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen og
Kára P. Højgaard, til §§ 3, 5, 6, 7, 8, 9 og 20 samtykt 17-1-13.
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-1-13. Uppskotið fer
soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
41/2001: Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av broyting í løgtingslóg um
samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
Málið beint í fíggjarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
42/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og
eftirløn landsstýrismanna v.m.
Málið beint í fíggjarnevndina.
Málini nr. 41/2001 og 42/2001 vórðu viðgjørd undir einum.
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at løgtingsmenninir Kristian Magnussen, Hans Pauli Strøm og
Marjus Dam, vegna Javnaðar- og Sambandsflokkin, hava lagt fram tingmál nr. 43/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av
almannaveitingum, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 19/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski, nr. 21/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsvegir, og nr.
39/2001: Uppskot til løgtingslóg um stovnan av partafelagi at gera fast samband um
Leirvíksfjørð.
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 12. desember 2001 kl. 10.00, við
hesi dagsskrá:
3. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2001:
Eykafíggjarlóg fyri 2001.
3. viðgerð av tingmáli nr. 37/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisgjald á
smyrjiolju.
3. viðgerð av tingmáli nr. 18/2001: Uppskot
til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya.
3. viðgerð av tingmáli nr. 31/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar.
2. viðgerð av tingmáli nr.17/2001:
Uppskot til løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju.
1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um toll.
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
Framløga.
Fundur lokin kl. 18.45.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari