Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
38. fundur |
Týsdagur 11. desember 2001 |
kl. 13.30 |
Ár 2001, týsdagin 11. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur í
útvarpshøllini.
Løgtingsmenninir Helena Dam á Neystabø og Hergeir Nielsen, Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
3. viðgerð av tingmáli nr. 12/2001:
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om
ændring af lov for Færøerne om rettens pleje".
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.
3. viðgerð av tingmáli nr. 15/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
Málið avgreitt.
3. viðgerð av tingmáli nr. 22/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í
Sandoynni.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
Málið avgreitt.
3. viðgerð av tingmáli nr. 24/2001: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
Málið avgreitt.
2. viðgerð av tingmáli nr. 18/2001:
Uppskot til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya.
§§ 1 7 samtyktar 28-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
2. viðgerð av tingmáli nr. 31/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar.
§§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-27/2001
frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi spekulasjón í sambandi við sølu
av fiskiloyvum.
Málið avgreitt.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-28/2001
frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi fólkakirkjuni.
Málið avgreitt.
Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið,
hevur lagt fram tingmál nr. 40/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um toll, at Anfinn Kallsberg,
løgmaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr.
41/2001: Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av broyting í løgtingslóg um
samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m., og nr.
42/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og
eftirløn landsstýrismanna v.m., at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli
nr. 1-1/2001:
Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2002, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í
tingmáli nr. 17/2001:
Uppskot til løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju.
Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-30/2001
til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk,
løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðarviðurskiftunum/-trupulleikunum, og svar upp á
fyrispurning nr. 100-31/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi
koyring hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni.
Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-42/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi ferðasambandinum Gamlarætt Hest.
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 12. desember 2001 kl. 13.30, við
hesi dagsskrá:
- Munnligir fyrispurningar.
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-42/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi ferðasambandinum Gamlarætt Hest.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2001:
Eykafíggjarlóg fyri 2001.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 9/2001:
Uppskot til samtyktar um at skapa lógarheimild fyri samhaldsføstum eftirlønargrunnum.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
37/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisgjald á
smyrjiolju.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-31/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi
koyring hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-32/2001
til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, um sáttmálabrot.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-33/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Eyðun Viderø, løgtingsmanni,
viðvíkjandi aliloyvi á Sands vág.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-34/2001
til Óla Holm, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi skúlabarnaflutningi.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-36/2001
til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni,
viðvíkjandi hvussu ólíka ymsu føroysku bløðini verða stuðlað.
- Framløga
Fundur lokin kl. 18.15
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari