Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

36. fundur

Mikudagur 5. desember 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, mikudagin 5. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Henrik Old og Jóannes Eidesgaard, Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2001: Eykafíggjarlóg fyri 2001.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 8/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-10.
    Málið avgreitt.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 23/2001: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býti av Føroya parti av løn kommunulækna.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje".
    Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-29/2001 frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avgerðum í sambandi við skúlamálið á Trøllanesi.
    Málið avgreitt.
  8. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 31/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-27/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi spekulasjón í sambandi við sølu av fiskiloyvum.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-41/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Jóanis Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðastuðli til yrkislærlingar og lesandi undir 18 ár.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 5. desember 2001 kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-41/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Jóanis Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðastuðli til yrkislærlingar og lesandi undir 18 ár.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 22/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 24/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2001: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri november 2001.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2001: Uppskot til løgtingslóg um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  8. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.00. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari