Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

35. fundur

Týsdagur 4. desember 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, týsdagin 4. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Heðin Mortensen, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen og Sámal Petur í Grund, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Jákup Suna Joensen, dagfest 3. desember 2001, við umsókn um farloyvi frá 4. desember 2001 og 20 dagar fram, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Norðstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Ingi Olsen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Jákup Suna Joensen.

Til viðgerðar:

  1. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-4/2001: Frágreiðing frá landsstýrismanninum í vinnumálum sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um uppskot til KT-vinnupolitik.
    Málið avgreitt.
  2. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 1-4/2001: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri november 2001, og nr. 38/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin), at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 39/2001: Uppskot til løgtingslóg um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 24/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting, og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 15/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., og nr. 22/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni.

Tikið av dagsskrá:
3. viðgerð av tingmáli nr. 23/2001: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býti av Føroya parti av løn kommunulækna, og 2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje".

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 5. desember 2001 kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2001: Eykafíggjarlóg fyri 2001.
    Málið fer væntandi beinleiðis til 2. viðgerð.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju.
    Málið fer væntandi beinleiðis til 2. viðgerð.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 8/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 23/2001: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býti av Føroya parti av løn kommunulækna.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje".
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-27/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi spekulasjón í sambandi við sølu av fiskiloyvum.
  8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-29/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avgerðum í sambandi við skúlamálið á Trøllanesi.
  9. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.00. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari