Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 | ||
34. fundur |
Fríggjadagur 30. november 2001 |
kl. 10.00 |
Ár 2001, fríggjadagin 30. november, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.
Løgtingsmenninir Rúna Sivertsen, Jákup Suni Joensen og Katrin Dahl Jakobsen, og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Óli Holm vóru ikki á fundi.
Farloyvi:
Skriv frá Lisbeth L. Petersen, dagfest 28. november 2001, við umsókn um farloyvi
frá 1. desember 2001, og at næsti maður á lista Sambandsfloksins í Suðurstreymoyar
valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Eilif Samuelsen, ið
áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Lisbeth L. Petersen.
Til viðgerðar:
Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-28/2001
til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi
fólkakirkjuni, og svar upp á fyrispurning nr. 100-30/2001
til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk,
løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðarviðurskiftunum/trupulleikunum.
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 4. desember 2001 kl. 13.30, við hesi dagsskrá:
Fundur lokin kl. 13.00.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari