Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

32. fundur

Mikudagur 28. november 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, mikudagin 28. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Jákup Suni Joensen og Marjus Dam, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligur fyrispurningar.
  2. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, leggur fram tingmál nr. 101-4/2001: Frágreiðing frá landsstýrismanninum í vinnumálum sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um uppskot til KT-vinnupolitik.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-39/2001 til Høgna Hoydal, landsstýrsmann í lógarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi rúsevnisnýtslu í Føroyum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurningur nr. 100-40/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í almannamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi serligari lógávu um brek og brekað.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om behandling af personoplysinger".
    Málið beint í rættarnevndina.
  2. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 8/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 29. november 2001 kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2001: Uppskot til samtyktar um langtíðarætlan viðvíkjandi bústaðarviðurskiftum hjá fólki, sum bera brek.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 23/2001: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býti av Føroya parti av løn kommunulækna.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2001: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-24/2001 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Eyðun Viderø, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging av vanlukkum, ið kunna elva til dálking í sjónum.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-26/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennu fyrisitingini.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-27/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi spekulasjón í sambandi við sølu av fiskiloyvum.
  7. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.00. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari