Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

31. fundur

Týsdagur 27. november 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, týsdagin 27. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Formaðurin las skriv frá Helenu Dam á Neystabø, dagfest 27. november 2001, har boðað verður frá, at hon ikki longur er limur í tingbólki Sjálvstýrisfloksins, men verður sitandi á tingi uttanflokka.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m. (avskrivingarlógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
    Málini nr. 25/2001 og 26/2001 vórðu viðgjørd undir.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2001: Uppskot til løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
    Málini nr. 33/2001, 34/2001 og 35/2001 vórðu viðgjørd undir einum.
  6. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Jenis av Rana, løgtingsmaður, vegna Miðflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 36/2001: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti, og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 16/2001: Uppskot til samtyktar um langtíðarætlan viðvíkjandi bústaðarviðurskiftum hjá fólki, sum bera brek, og nr. 23/2001: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býti av Føroya parti av løn kommunulækna.

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-39/2001 til Høgna Hoydal, landsstýrsmann í lógarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi rúsevnisnýtslu í Føroyum, og
nr. 100-40/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í almannamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi serligari lóggávu um brek og brekað

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 28. november 2001 kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligur fyrispurningar.
  2. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, leggur fram tingmál nr. 101-4/2001: Frágreiðing frá landsstýrismanninum í vinnumálum sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um uppskot til KT-vinnupolitik.
    Orðaskifti um frágreiðingina verður týsdagin 4. desember 2001.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-39/2001 til Høgna Hoydal, landsstýrsmann í lógarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi rúsevnisnýtslu í Føroyum.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-40/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í almannamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi serligari lóggávu um brek og brekað.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om behandling af personoplysinger".
    Málið beint í rættarnevndina.
  7. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.50. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari