Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

30. fundur

Fríggjadagur 23. november 2001

kl. 10.00

 

Ár 2001, fríggjadagin 23. november, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann, Rúna Sivertsen, Flemming Mikkelsen, Marjus Dam og Páll á Reynatúgvu, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 17/2001: Uppskot til løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju.
    Málið beint í vinnunevndina.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar og 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om behandling af personoplysinger".

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 27. november 2001 kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m. (avskrivingarlógin).
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Málini nr. 25/2001 og 26/2001 verða viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2001: Uppskot til løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin).
    Málini nr. 33/2001, 34/2001 og 35/2001 verða viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina.
  6. Framløga.

 Fundur lokin kl. 11.55. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari