Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

28. fundur

Fríggjadagur 16. november 2001

kl. 09.00

 

Ár 2001, fríggjadagin 16. november, kl. 9.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Flemming Mikkelsen og Jógvan Durhuus, løgmaður, landsstýrismenninir Karsten Hansen og Eyðun Elttør, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2001: Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málsøkið trygd á sjónum.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 28/2001: Uppskot til løgtingslóg um trygd á sjónum.
    Málið beint í vinnunevndina.
    Tingmálini nr. 20/2001 og nr. 28/2001 vórðu viðgjørd undir einum.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 30/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løtingslóg um barsilsskipan.
  4. Fundur niðurlagdur kl. 12.20.
    Fundur uppafturtikin 13.00

    Málið tikið aftur av uppskotsstillaranum, Bjarna Djurholm, landsstýrismanni.

  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2001: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býti av Føroya parti av løn kommunulækna.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 22/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2001: Uppskot til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya.
    Málið beint í vinnunevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
    Málið beint í vinnunevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 21/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsvegir.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  10. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 33/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a., nr. 34/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), og nr. 35/2001: Uppskot til løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin)

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-37/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Signar á Brúnni, løgtingsmanni, um verkætlanina berghol Millum Fjarða og Kambsdal og
nr. 100-38/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Signar á Brúnni, løgtingsmanni, viðvíkjandi gjaldi fyri skúlabarnaflutning.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 22. november 2001 kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-37/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Signar á Brúnni, løgtingsmanni, um verkætlanina berghol Millum Fjarða og Kambsdal.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-38/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Signar á Brúnni, løgtingsmanni, viðvíkjandi gjaldi fyri skúlabarnaflutning.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 14/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligu revsi- og rættargangslógunum.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m. (avskrivingarlógin).
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Málini nr. 25/2001 og 26/2001 verða viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v.m. (rentutryggingarlógin)
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2001: Uppskot til løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin).
    Málini nr. 33/2001, 34/2001 og 35/2001 verða viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina.
  12. Framløga.

 

 

Fundur lokin kl. 17.15. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari