Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
25. fundur |
Hósdagur 8. november 2001 |
kl. 13.30 |
Ár 2001, hósdagin 8. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur í
útvarpshøllini.
Løgtingsmenninir Jákup Suni Joensen, Heðin Mortensen, Marjus Dam og Páll á
Reynatúgvu, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-34/2001
til Óla Holm, landsstýrismann, frá Katrin D. Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
skúlabarnaflutningi.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í
løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Málið beint í trivnaðarnevndina.
- Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-20/2001
frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi økismenningarpolitikki
landsstýrisins.
Málið avgreitt.
- Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-22/2001
frá Jákup Lamhauge, løgtingsmanni, viðvíkjandi kommunum yvirtiknum
málsøkjum.
Málið avgreitt.
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá at rættarnevndin hevur lagt fram álit tingmálunum nr.11/2001:
Uppskot til samtyktar um barnavernd, rættartrygd og mannarættindi, og nr. 14/2001:
Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligu revsi- og
rættargangslógunum, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur
lagt fram tingmálini nr. 18/2001:
Uppskot til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya, og nr. 21/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsvegir, at Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 19/2001: Uppskot
til løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski, og nr. 28/2001:
Uppskot til løgtingslóg um trygd á sjónum, at Høgni Hoydal, vegna landsstýrið,
hevur lagt fram tingmál nr.
20/2001: Uppskot um at taka yvir málsøkið trygd á sjónum, at Sámal Petur í
Grund, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 22/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt
í Sandoynni, og at Óli Holm, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 31/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar.
Tikið av dagsskrá
Svar upp á fyrispurning nr. 100-18/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um
landsvegin í Øravík, og svar upp á fyrispurning nr. 100-23/2001
til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
fríhandilssáttmálum við onnur lond.
Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-35/2001
til Birgit Kleis, ríkisumboðsmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi
hjúnabandslógini.
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 13. november 2001 kl. 10.00, við
hesi dagsskrá:
- Aðalorðaskifti um 101-02/2001:
Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini frá landsstýrismanninum í
vinnumálum um ferðavinnupolitikk.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-18/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um
landsvegin í Øravík.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-23/2001
til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
fríhandilssáttmálum við onnur lond.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 17.15.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari