Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
24. fundur |
Mikudagur 7. november 2001 |
kl. 13.30 |
Ár 2001, mikudagin 7. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur í
útvarpshøllini.
Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- Ófráboðaðir
fyrispurningar.
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-33/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Eyðun Viderø, løgtingsmanni, viðvíkjandi
aliloyvi á Sands vág.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2001:
Uppskot til eykajáttanarlóg september 2001.
Broytingaruppskot frá Vilhelm Johannesen, Dan R. Petersen, Edmund Joensen og Alfred Olsen
til § 6 fall 14-1-15. Broytingaruppskot
frá Finnboga Arge, Vilhelm Johannesen, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen, Lisbeth L.
Petersen, Flemming Mikkelsen og Andreu Lervig til § 8 samtykt 30-0-0. Uppskotið, sum
samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
Málið avgreitt.
- Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-11/2001
frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi samskatting/serskatting av hjúnum.
Málið avgreitt.
- Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-16/2001
frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, um yvirtøku av dómsvaldinum.
Málið avgreitt.
- Eyðun Elttør, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-17/2001
frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, um sosial árin frá oljuvinnuni.
Málið avgreitt.
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at, Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið,
hevur lagt fram tingmálini nr. 17/2001:
Uppskot til løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju, og nr. 30/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løtingslóg um barsilsskipan, at Karsten
Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr.
24/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og
skattafyrisiting, nr. 25/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m.
(avskrivingarlógin), nr. 26/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin), og nr. 27/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v.m.
(rentutryggingarlógin), og at Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna
landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr.
23/2001: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býti av Føroya
parti av løn kommunulækna.
Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-34/2001
til Óla Holm, landsstýrismann, frá Katrin D. Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
skúlabarnaflutningi.
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 8. november 2001 kl. 13.30, við hesi
dagsskrá:
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-34/2001
til Óla Holm, landsstýrismann, frá Katrin D. Jakobsen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi skúlabarnaflutningi.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
- Svar upp á fyrispurningur nr. 100-18/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um
landsvegin í Øravík.
- Svar upp á fyrispurningur nr. 100-20/2001
til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi
økismenningarpolitikki landsstýrisins.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-22/2001
til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jákup Lamhauge, løgtingsmanni, viðvíkjandi
kommunum yvirtiknum málsøkjum.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-23/2001
til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
fríhandilssáttmálum við onnur lond.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 17.40.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari