Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
12. fundur |
Týsdagur 25. september 2001 |
kl. 13.30 |
Ár 2001, týsdagin 25. september, kl. 13.30, varð tingfundur settur í
útvarpshøllini.
Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Jógvan á Lakjuni, Rúna Sivertsen, Jógvan við
Keldu, Dan R. Petersen, Henrik Old, Katrin D. Jakobsen, Heðin Mortensen, Helena Dam á
Neystabø, Páll á Reynatúgvu og Finnur Helmsdal, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm
og Høgni Hoydal, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Formaðurin boðaði frá, at Lisbeth L. Petersen í skrivi boðar frá, at hon tekur
sæti á tingi aftur 25. september 2001.
Til viðgerðar:
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-16/2001
til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, um yvirtøku av
dómsvaldinum.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2001:
Uppskot til eykajáttanarlóg september 2001.
Málið beint í fíggjarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
8/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Trivnaðar- og
heilsuráð.
Málið beint í trivnaðarnevndina.
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at Jenis av Rana, løgtingsmaður, vegna Miðflokkin, hevur
lagt fram tingmál nr. 7/2001:
Uppskot til samtyktar um ríkislógartilmæli um heildarveiting til Føroya í 2002 og
uppskot til løgtingslóg um leiðbeinandi fólkaatkvøðu um sama ríkislógartilmæli,
og at løgtingsmenninir Hans Pauli Strøm, Jenis av Rana, Finnur Helmsdal og Marjus Dam
hava lagt fram tingmál nr.
9/2001: Uppskot til samtyktar um at skapa lógarheimild fyri samhaldsføstum
eftirlønargrunnum.
Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-7/2001
til Sámal P. í Grund, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, um
játtan til sjúkrahúsverkið.
Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-17/2001
til Eyðun Elttør, landsstýrismann í oljumálum, frá Annitu á Fríðriksmørk,
løgtingsmanni, um sosial árin frá oljuvinnuni
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 28. september 2001, kl. 10.00,
við hesi dagsskrá:
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-17/2001
til Eyðun Elttør, landsstýrismann í oljumálum, frá Annitu á Fríðriksmørk,
løgtingsmanni, um sosial árin frá oljuvinnuni.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 5/2001:
Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í
heimastýrislógini (Yvirtøkulógin).
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
4/2001: Uppskot til samtyktar um at seta pening í grunn til hækkan av pensjónum.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 6/2001:
Uppskot til løgtingslóg um fyribils úrgildissetan av løgtingslógini um serligt
avgjald á brenniolju.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 3/2001:
Uppskot til løgtingslóg um postvirksemi.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-7/2001
til Sámal P. í Grund, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, um
játtan til sjúkrahúsverkið
- Framløga.
Fundur lokin kl. 16.35.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari