Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
10. fundur |
Mikudagur 19. september 2001 |
kl. 13.30 |
Ár 2001, mikudagin 19. september, kl. 13.30, varð tingfundur settur í
útvarpshøllini.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- Munnligir
fyrispurningar.
- Óli Holm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-2/2001
frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um flytan av stuðulsstovninum inn til
Runavíkar.
Málið avgreitt.
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.
4/2001: Uppskot til samtyktar um at seta pening í grunn til hækkan av pensjónum, og
nr.
6/2001: Uppskot til løgtingslóg um fyribils úrgildissetan av løgtingslógini um
serligt avgjald á brenniolju, og at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli
nr. 5/2001:
Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í
heimastýrislógini (Yvirtøkulógin).
Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr.100-13/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í samferðslumálum, frá Jenis av Rana,
løgtingsmanni, um fyribyrging móti ferðsluvanlukkum,
nr. 100-14/2001
til Óla Holm, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðv.
lurtaragjaldi og framtíðar loftmiðlapolitikki, og
nr. 100-15/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Marjus Dam, løgtingsmanni, viðvíkjandi
siglingini um Vestmannasund.
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 21. september 2001, kl. 10.00,
við hesi dagsskrá:
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-13/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í samferðslumálum, frá Jenis av Rana,
løgtingsmanni, um fyribyrging móti ferðsluvanlukkum.
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-14/2001
til Óla Holm, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðv.
lurtaragjaldi og framtíðar loftmiðlapolitikki
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-15/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Marjus Dam, løgtingsmanni, viðvíkjandi
siglingini um Vestmannasund
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 5/2001:
Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í
heimastýrislógini (Yvirtøkulógin).
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 4/2001:
Uppskot til samtyktar um at seta pening í grunn til hækkan av pensjónum.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 6/2001:
Uppskot til løgtingslóg um fyribils úrgildissetan av løgtingslógini um serligt
avgjald á brenniolju.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 18.00
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari