Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

8. fundur

Mikudagur 5. september 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, mikudagin 5. september, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann, Jákup Suni Joensen og Kári P. Højgaard, Anfinn Kallsberg, løgmaður, og Eyðun Elttør, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Formaðurin bar fram minningarorð um Maritu Petersen, fyrrverandi løgtingsmann, ið andaðist tann 26. august 2001, og tingmenn mintust hana í tøgn.

Farloyvi:
Skriv frá Lisbeth L. Petersen, dagfest 3. september 2001, við umsókn um farloyvi, og at næsti maður á lista Sambandsfloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Eilif Samuelsen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Lisbeth L. Petersen.

Til viðgerðar:

  1. Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-1/2001 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi fosturtøku.
    Málið avgreitt.
  2. Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-3/2001 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi skúlalækna til Suðurstreymoyarøkið.
    Málið avgreitt.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-2/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi flytan av stuðulsstovninum.

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-8/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ítróttarháskúla og frælsum ítróttarøki í Hoydølum,
nr. 100-9/2001 til Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi rundskrivi frá 28.12.1992 um 67 ára fráfaringaraldur,
nr. 100-10/2001 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, um rentu av faldnari skuld til landskassan og mótvegis landskassanum,
nr. 100-11/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi samskatting/serskatting av hjúnum, og
nr. 100-12/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingssamtyktini um 120-daga regluna um uppsagnarfreist

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 11. september 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-8/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ítróttarháskúla og frælsum ítróttarøki í Hoydølum.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-9/2001 til Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi rundskrivi frá 28.12.1992 um 67 ára fráfaringaraldur.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-10/2001 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, um rentu av faldnari skuld til landskassan og mótvegis landskassanum.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-11/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi samskatting/serskatting av hjúnum.
  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-12/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingssamtyktini um 120-daga regluna um uppsagnarfreist.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-4/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, um programmnevndir í útvarpi og sjónvarpi.
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-5/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Mamy Dahl Sørensen, løgtingsmanni, um ferðasambandið um Leirvíksfjørð.
  8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-6/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi Føroya Brandskúla við Áir.
  9. Framløga.

 Fundur lokin kl. 15.35. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari