Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

6. fundur

Týsdagur 14. august 2001

kl. 13.30

Ár 2001, týsdagin 14. august, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Rúna Sivertsen, Jógvan Durhuus, Páll á Reynatúgvu, Signar á Brúnni og Finnur Helmsdal og landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Sámal Petur í Grund og Eyðun Elttør vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 2/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-1-0.
    Málið avgreitt.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2001: Uppskot til løgtingslóg um fyribils úrgildissetan av løgtingslógini um serligt avgjald á brenniolju.
    Málið beint í fíggjarnevndina.

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-3/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um skúlalækna til Suðurstreymoyarøkið,
nr. 100-4/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, um programmnevndir í útvarpi og sjónvarpi,
nr. 100-5/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Mamy Dahl Sørensen, løgtingsmanni, um ferðasambandið um Leirvíksfjørð,
nr. 100-6/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi Føroya Brandskúla við Áir, og
nr. 100-7/2001 til Sámal P. í Grund, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, um játtan til sjúkrahúsverkið.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 14. august 2001, kl. 15.35, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-3/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um skúlalækna til Suðurstreymoyarøkið.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-4/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, um programmnevndir í útvarpi og sjónvarpi.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-5/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Mamy Dahl Sørensen, løgtingsmanni, um ferðasambandið um Leirvíksfjørð.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-6/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi Føroya Brandskúla við Áir.
  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-7/2001 til Sámal P. í Grund, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, um játtan til sjúkrahúsverkið.
  6. Framløga.

Fundur lokin kl. 15.30.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari