Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

5. fundur

Fríggjadagur 10. august 2001

kl. 10.00

Ár 2001, fríggjadagin 10. august, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Rúna Sivertsen, Jenis av Rana, Annita á Fríðriksmørk og Finnur Helmsdal og landsstýrismenninir Sámal Petur í Grund og Eyðun Elttør vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. viðgerð av tingmáli nr. 5/2001: Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í heimastýrislógini (Yvirtøkulógin).
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 2/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    §§ 1 og 2 samtyktar 23-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2001: Uppskot til løgtingslóg um fyribils úrgildissetan av løgtingslógini um serligt avgjald á brenniolju.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 14. august 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 2/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2001: Uppskot til løgtingslóg um fyribils úrgildissetan av løgtingslógini um serligt avgjald á brenniolju.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  3. Framløga.

 Fundur lokin kl. 12.40.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari