Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

4. fundur

Mikudagur 8. august  2001

kl. 13.30

Ár 2001, mikudagin 8. august, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann og Rúna Sivertsen, Anfinn Kallsberg, løgmaður, Eyðun Elttør, landsstýrismaður, og Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-1/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um fosturtøku.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-2/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um flytan av stuðulsstovninum inn til Runavíkar.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 3/2001: Uppskot til løgtingslóg um postvirksemi.
    Málið beint í vinnunevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 4/2001: Uppskot til samtyktar um at seta pening í grunn til hækkan av pensjónum.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 2/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 10. august 2001, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 2/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 5/2001: Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í heimastýrislógini (Yvirtøkulógin).
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2001: Uppskot til løgtingslóg um fyribils úrgildissetan av løgtingslógini um serligt avgjald á brenniolju.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  4. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 17.50.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari