Gerðabók
Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000 |
52. fundur |
Týsdagur 30. januar 2001 |
kl. 13.30 |
Ár 2001, týsdagin 30. januar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu og Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen,
landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 18/2000:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og
arbeiðsávísing.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 46/2000:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á
motorakførum v.m.
§§ 1 og 2 samtyktar
29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 52/2000:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar
pensjónistar v.fl.
§§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2000:
Uppskot til løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
Málið beint í trivnaðarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
51/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og
farmaflutning.
Málið beint í vinnunevndina.
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at løgmaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr.
54/2000:
Uppskot til løgtingslóg um landskassaveðhald fyri lánum frá
"Kreditforeningen af Kommuner i Danmark" til føroyskar kommunur, at Bjarni
Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 55/2000:
Uppskot til løgtingslóg um postvirksemi og at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna
landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 56/2000: Uppskot
til løgtingslóg um bólking o.a. fyri skiparar og manningar á vaktar- og
bjargingarskipinum Brimli, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 21/2000:
Uppskot til samtyktar um frágreiðing frá § 19 nevndini um 80-árini, og at
mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 32/2000:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
Tikið av dagsskrá:
2. viðgerð av tingmáli nr.
33/2000: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um stuðul til
rentuútreiðslur av lánum, og 1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2000:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar.
Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-46/2000
til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni,
viðvíkjandi inntøkujavnstilling av hjúnum.
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 31. januar 2001, kl. 13.30, við hesi
dagsskrá:
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-46/2000
til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni,
viðvíkjandi inntøkujavnstilling av hjúnum.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-4/2000
til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni,
um føroyska málið.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-6/2000
til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, um
pass.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-38/2000
til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen,
løgtingsmanni, viðvíkjandi leigulóg við skattalætta.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-41/2000
til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi Toll- og skattstovuni í Eysturoynni.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-43/2000
til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi
rakettverjuætlanini hjá Nato og USA.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 17.25.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari