Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

29. fundur

Hósdagur 23. november 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, hósdagin 23. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan á Lakjuni, Finnbogi Arge, Jákup Suni Joensen, Jógvan Lützen, Jóannes Eidesgaard og Hergeir Nielsen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 13/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om investeringsforeninger og specialforeninger".
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber".
    Málið beint í fíggjarnevndina.

    Tingmálini nr. 13 og 14 vórðu viðgjørd undir einum.
  3. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi 100-9/2000 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um skúlalækna í Havn.
    Málið avgreitt.
  4. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-26/2000 frá Eyðun Viderø, løgtingsmanni, viðvíkjandi aliloyvi á Sands vág.
    Málið avgreitt.
  5. Framløga.
  6. Formaðurin boðaði frá, at Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 16/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (fyrningarreglur og styrktar reglur í móti kynsligum ágangi í móti børnum og ungum), og at Kristian Magnussen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 17/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul.

Tikið av dagsskrá:
2. viðgerð av tingmáli nr. 11/2000: Uppskot til samtyktar um nýval til Løgtingið, svar upp á fyrispurning nr. 100-21/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avgjaldi á trygdarútgerð, og svar upp á fyrispurning nr. 100-25/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Álvi Kirke, løgtingsmanni, viðvikjandi frí- og eftirskúlum.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 24. november 2000, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2000.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-21/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avgjaldi á trygdarútgerð.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-25/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Álvi Kirke, løgtingsmanni, viðvikjandi frí- og eftirskúlum.
  5. Framløga.

 Fundur lokin kl. 16.35. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari