Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

9. fundur

Fríggjadagur 25. august 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, fríggjadagin 25. august, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jenis av Rana, Heðin Mortensen, Marjus Dam og Annita á Fríðriksmørk, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Tórbjørn Jacobsen, Helena Dam á Neystabø og Eyðun Elttør, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Framløga
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1-2/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg august 2000.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-7/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen, løgtingsmonnum, viðvíkjandi brævi, sum Løgmansskrivstovan hevur sent til Sameindu Tjóðir og fyrispurning nr. 100-8/2000 til Torbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðartrupulleikum hjá lesandi.

Frávik
Formaðurin bað um frávik, sambært § 85 í tingskipanini, frá tíðarfreistunum millum framløgu av áliti og millum 2. og møguliga 3. viðgerð av  tingmáli nr. 1-2/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg august 2000.
Samtykt 28-0-0.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 25. august 2000, kl. 14.05, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-7/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen, løgtingsmonnum, viðvíkjandi brævi, sum Løgmansskrivstovan hevur sent til Sameindu Tjóðir.
  2. Atkvøðugreiðsla um Fyrispurningur nr. 100-8/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðartrupulleikum hjá lesandi
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg august 2000
  4. Framløga.

 Fundur lokin kl. 14.00. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari